Námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar til dag- og umlættingarstovn, til eitt sambýlið og til stuðulstoymið í Runavík

DEILShare on FacebookTweet about this on Twitter

Almannaverkið sóknast eftir námsfrøðingum og sjúkrarøktarfrøðingum, sum ynskja at vera við til at bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan. Vit virðismeta ymisleikar og stuðla borgarunum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva, og ráðgeva og vegleiða í persónligum viðurskiftum. Javnvirðið er partur av gerandisdegnum, og saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum skalt tú bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan og mennandi dag.

Væntanir til umsøkjarar
Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri og ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan.
Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við fólki, og hevur hug at vera og betra um gerandisdagin hjá fólki við menningartarni, fjølbreki og fysiskum breki. Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur.

Um størvini:
Til dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljuna

  • Námsfrøðingur ella sjúkrarøktarfrøðingur til eitt starv á 25 tímar um vikuna at seta frá 15. mars 2018, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í dag og kvøldvaktum og 4. hvørt vikuskifti.

 Til sambýlið á  Blikagøtu

  • Sjúkrarøktarfrøðingur til eitt starv á 40 tímar um vikuna at seta frá 15. mars 2018, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður blandaðar vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Til Toymið við Løkin

  • Námsfrøðingur til eitt starv á 25 tímar um vikuna at seta frá 15. mars 2018, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum frá mánadag til fríggjadag.

Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur ella sjúkrarøktarfrøðingur. Um eingin umsøkjari við nevndu útbúgving søkir, kann starvið verða fyribils sett við fólki uttan nevndu útbúgvingar.

Um eind 2 í Trivnaðardeplinum
Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy og í Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum brekum.
Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul og dag- og frítíðartilboð.Til eindina hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, dag- og umlættingarstovnurin Mýrusóljan, 2 stuðulstoymi og fleiri stuðulsfólk.
Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og  leggja dent á góðan trivnað,  gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella fakfeløg við samráðingarrætti innan fyri økið.

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Eind 2”.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.02.2018 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara á tlf. 297376 ella til Joan K. Olsen, leiðara á tlf. 297685.

DEILShare on FacebookTweet about this on Twitter