STARV í Almannaverkinum

Leys størv í løtuni

Lærlingur til KT-deildina
Go to Lærlingur til KT-deildina
Fyrisitingin – KT-deildin
Almannaverkið hevur eitt spennandi og avbjóðandi lærlingastarv sum KT–supportari á KT-deildini
Starvsfólk at vera stuðul á Viðareiði
Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða 40 tímar um vikuna sum stuðulsfólk hjá einum borgara á Viðareiði. Freist 18.12.2017 kl. 12.00
Námsfrøðingar til “Tann góða tilgongdin” í Almannaverkinum
Almannaverkið søkir eftir trimum námsfrøðingum til Trivnaðardepilin Eind 3 at arbeiða við “Tí góðu tilgongdini”. Talan er um fulltíðarstørv at byrja 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu. Freist 19.12.2019 kl. 12.00.
KT–mennari
Go to KT–mennari
Fyrisitingin – KT-deildin
Almannaverkið søkir eftir dugnaligum KT–mennara at menna okkara kt-skipanir. Freistin at søkja er 4. januar 2018.
P.hd. verkætlan um Sosialpolitikk í Føroyum
Go to P.hd. verkætlan um Sosialpolitikk í Føroyum
RUC, Almannaverkið og Fróðskaparsetrið
RUC, Almannaverkið og Fróðskaparsetrið søkja í samstarvi eftir fólki til ph.d.-verkætlan um sosialpolitikk í Føroyum. Umsóknafreistin er 5. januar 2018.
Ergoterapeutur ella Fysioterapeutur til deildina fyri Hjálpartól
Almannaverkið søkir eftir dugnaligum terapeutum til deildina fyri Hjálpartól. Talan er um eitt fulltíðarstarv og eitt ¾ starv at seta sum skjótast. Freist 30.12.2017.
Starvsfólk til goymslu- og verkstaðsfólk til deildini fyri Hjálpartól
Almannaverkið hevur eitt starv sum goymslufólk leyst at søkja. Talan er um eitt fulltíðarstarv at seta sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Freist 30.12.2017.

Hví starvast í Almannaverkinum?

Vit vilja gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur
Í stuttum

Almannaverkið er ein hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini, og umsitur eina røð av sosialum skipanum, veitingum og tænastum. Vit vilja gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum innan okkara arbeiðsøki. Hvørt ár tænir Almannaverkið meira enn 17.000 fólkum.

Høvuðsuppgávur

Almannaverkið umsitir sosialar veitingar og tænastur. Vit geva ráð um fíggjarligar veitingar, veita menningartænastur til borgarar og vit veita trivnaðartænastur í sambýlum, á verkstøðum, í dagtilboðum, stuðulstænastum og til børn og ung undir barnavernd.

Arbeiðsplássið

Í Almannaverkinum starvast fleiri enn 860 starvsfólk úr 16 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Vit vilja finna røttu starvsfólkini, við fakliga og persónliga førleikanum til at røkja uppgávurnar í Almannaverkinum.

Um Almannaverkið

Vit vilja gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur

Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóð­ingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman uppá nærum óteljandi mátar.

  • Námsfrøðingar

    Størsti fakbólkurin í Almannaverkinum eru námsfrøðingar. Hvønn dag betra fleiri enn 300 námsfrøðingar um lívsumstøðurnar og lívsútlitini hjá túsundatals borgarum.

  • Sosialráðgevar

    Almannaverkið hevur fleiri sosialráðgevar í starvi enn nakað annað arbeiðspláss í Føroyum. Starvið hevur við sær breiða faklig dygd og fjølbroyttar avbjóðingar.

  • Akademikarar

    Fyri akademikarar hevur starvið í Almannaverkinum við sær høvi at brúka fakliga førningin til at gera mun, og at røkja politiska ynskið um føroyska vælferðarsamfelagið so gott sum gjørligt.

  • Fysio- og ergoterapeutar

    Endurvenjing er ein hornasteinur í Almannaverkinum, har nógvar avbjóðingar eru at hjálpa borgarum aftur á arbeiðsmarknaðin og til eitt betur lív.

Í tøttum samstarvi 
fyri at røkka heildartænastuni og endamálinum hjá stovninum

Heilsurøktarar // Heilsuhjálparar // Sjúkrarøktarfrøðingar // Námsfrøðingar // Sosialráðgevar // Fysioterapeutar // Ergoterapeutar // Sálarfrøðingar // Skrivstovufólk // Búskaparfrøðingar // Løgfrøðingar // Fíggjarfólk // KT-­starvsfólk // Handverkarar // Verkfrøðingar og aðrir akademikarar